Felagið
Epilepsifelag Føroya varð sett á stovn tann 6. mai 1989.
Epilepsifelag Føroya er áhugafelagið hjá teimum, sum hava epilepsi, ella á einhvønn hátt vara av fólki, ið hava epilepsi.
Felagið er limur í MEGD
Endamál felagsins er:
- At virka fyri og stuðla fólki við epilepsi og teirra avvarðandi.
- At veita upplýsing um epilepsi.
- At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki við epilepsi, herundir fremjan av viðgerð.
- At stuðla vísindaligari gransking.
- At luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.
- At savna fólk við epilepsi og onnur við omanfyri nevndu áhugamálum.