Viðtøkur
Viðtøkur fyri epilepsifelag føroya
§ 1.
Navn felagsins er epilepsifelag føroya, og heimstaður tess er Tórshavn.
§ 2.
Endamál felagsins er:
- At virka fyri og stuðla fólki við epilepsi og teirra avvarðandi.
- At veita upplýsing um epilepsi.
- At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki við epilepsi, herundir fremjan av viðgerð.
- At stuðla vísindaligari gransking.
- At luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.
- At savna fólk við epilepsi og onnur við omanfyri nevndu áhugamálum.
§ 3.
Limir
Einstaklingar, húski, feløg og stovnar kunnu gerast limir. Húski er foreldur við børnum upp til 16 ár.
§ 4.
Limagjald
Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum.
§ 5.
Arbeiðsbólkar
Nevndin kann seta arbeiðsbólkar at arbeiða við málum felagsins.
§ 6.
Nevndin
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum vald á ársaðalfundinum.
Av teimum 5 nevndarlimunum eigur í minsta lagi eitt umboð at vera foreldur/avvarðandi. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 3 nevndarlimir/tiltakslimir eru møttir.
Nevndin kann leita sær hjálp hjá serkønum.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaður og kassameistari saman tekna felagið.
2 nevndarlimir og ein tiltakslimur fara frá á fyrsta aðalfundi, á næsta aðalfundi hinir 3 nevndarlimirnir og hin tiltakslimurin.
Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins atkvøða avgerandi.
Nevndin eigur at hava 4 nevndarfundir og minst 2 limafundir um árið.
Kassameistari og skrivari skal ikki verða sami persónur.
§ 7.
Almenn tiltøk
Skipað eigur at verða fyri almennum tiltøkum.
§ 8.
Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki. Aðalfundurin verður hildin í mars/apríl og lýstur í føroyskum blaði minst 14 dagar fyri fundardag og í Útvarp Føroya hægst 1 viku fyri fundardag. Aðalfundurin er viðtøkuførur, um í minsta lagi 9 limir eru møttir.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið 1/3 av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskja tað.
Um neyðugt kunnu undantøk verða gjørd og eykaaðalfundur verða lýstur við stryttri freist.
Skrá fyri aðalfundin
- Val av orðstýrara.
- Ársfrágreiðing nevndarinnar.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
- Val av nevnd og tiltakslimum.
- Arbeiðsætlan fyri komandi árið.
- Áseting av limagjaldi fyri komandi árið.
- Val av bókhaldsvirki. Verður ikki grannskoðað, men bara bókað og sett upp
- Ymiskt.
§ 9.
Roknskapur
Roknskaparár felagsins er álmannakkaárið.
§ 10.
Lógarbroytingar
Uppskot til broytingar av viðtøkum skulu verða nevndini í hendi 1 viku, áðrenn aðalfundin.
§ 11
Avtøka av felagnum
Felagið kann bert verða avtikið á aðalfundi, ið er settur við avtøku á skránni, og krevst tað, at minst helvtin av limunum eru á fundi og at minst ¾ av teimum møttu atkvøða fyri.
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess verða lagdar í grunn, sum verður stovnaður við tí endamáli at verða teimum í § 2 nevndu at gagni.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn, tann 6. mai 1989.
Broytingar gjørdar á aðalfundi mai 1997.
Broytingar gjørdar á aðalfundi 14. juni 2006.
Broytingar gjørdar á aðalfundi 18. juni 2014.
Broytingar gjørdar á aðalfundi 14. juni 2016.