19.
okt

Tiltak Tiltak MBF 35 ár

Sjálvur dagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum 20. mai við lívssøgum, hugleiðingum og tónleiki, og har eisini, saman við undanfarnum forkvinnum og dagligum leiðarum, varð varpað ljós á stóru broytingarnar innan brekøkið hesi 35 árini.

Við stórari gleði fyri MBF varð á 35 ára degnum bjóðað til framløgu av nýggju og ókeypis bókini LUKKA, sum er upplýsandi tilfari til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Bókin er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Hetta varð gjørt við vón um, at LUKKA fer at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.  

Dagurin í dag verður hildin saman við formonnunum í teimum 25 limafeløgunum. Hesir gera eitt ótroyttiligt arbeiði í føroyska samfelagnum og hava dagliga samskifti við mangar føroyingar, sum hava avbjóðingar á so ymsan hátt.

Tey 25 limafeløgini í MBF eru: ADHD felagið, Alzheimerfelagið, Autismufelagið, Cøliakifelag Føroya, Colitis-Crohn Føroyar, Deyvafelag Føroya, Diabetesfelag Føroya, Epilepsifelag Føroya, Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum, Felagið fyri lesi- og skriviveik, Føroya Astma/Allergifelag, Giktafelag Føroya, Føroya Blindafelag, Føroya Psoriasisfelag, Heilafelagið, Hjartafelagið, ÍSB - Ítróttarsambandið fyri brekað, Javni, Lipp & Lymfødemfelagið, Nýrafelagið, Parkinsonfelagið, Sclerosufelagið, Sinnisbati, Spastikarafelagið og Stoffskiftisfelagið.

Við hesum fara vit at ynskja øllum føroyingum ein góðan MBF dag og minna á visjónina um, at vit øll eiga at hava somu rættindi í einum fevnandi samfelag.