16.
nov

Tiltak Temadagur 25. november

Temadagur við Annette Fredriksen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur í Sølund í Skanderborg, verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 25. november. Annette hevur undirvíst í epilepsi seinastu 15 árini.

Fyrrapartin, kl. 08.30-12.00, verður fyrilestur fyri lærarum, námsfrøðingum, hjálparfólkum og stuðlum. 

Evnið: Vitan um epilepsi skapar tryggleika í gerandisdegnum.

Seinnapartin, kl. 13.00- 16.00, er ætlaður limum í epileptikarafelagnum og øðrum áhugaðum.

Evnið: Ymisk sløg av herindum og viðgerðir.

Tilmelding fer fram á randfrid@olivant.fo ella tel. 263078 innan hósdagin 24. november. 

Epilepsifelag Føroya varð stovnað í 1989 og hevur til endamáls at upplýsa um epilepsi.

Hevur tú spurningar ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við felagið á tel. 263078 ella á randfrid@olivant.fo.