16.
des

Tiltak Lær um epilepsi við Nevronus

Norska appin, NEVRONUS, er týdd til føroyskt, og er serliga ætlað til aldursbólkin átta til 14 ár, sigur Palli Skorheim, grafikari.

Epileptikarafelag Føroya hevur týtt og ment eitt norskt forrit, ella ein app, sum hevur til endamáls at kunna, serliga børn, um epilepsi.

Tey, sum hava føroyska hesa app eru Randfríð Sørensen, forkvinna í Epilepsifelag Føroya, og Palli Skorheim, grafikari. 

Hoyr samrøðuna við tey bæði her.