1.
okt

Tiltak Hash sum epilepsiviðgerð

Hóskvøldið 9. okt. kl. 19:00 verður fyrilestur á Hotel Hafnia. Fyrilestrarhaldarar verða Bjarke á Rógvi Hansen og Peter Born.

Evnini hesaferð verða:

  • Hash sum epilepsiviðgerð – Er talan bert um royk ella grundaða vón?
    Bjarke á Rógvi Hansen, yvirlækni á Herlev Hospitali
  • Nýggjastu viðgerðirnar til børn, ið hava epilepsi
    Peter Born, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum

Høvi verður at seta spurningar aftaná. Eisini verður kaffi og køkur at fáa í steðginum.

Tiltakið er ókeypis, og vóna vit, at undirtøkan verður góð.

Epilepsifelag Føroya varð stovnað í 1989 og hevur í ár 25 ár á baki.

Felagið hevur til endamáls at upplýsa um epilepsi. Hevur tú spurningar ert tú  altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 263078 ella á randfrid@olivant.fo